Skip to content
Aftur til fyrilestrar
Dermatologikursus for Dyrlæger
Tiltakið er hildið

Dermatologikursus for Dyrlæger

Eitt fakligt ein-dags skeið í dermatologi við Lene Boysen, ætlað djóralæknum og fakfólkum, sum arbeiða við húðsjúkum hjá hundum og kettum.

29. maj 2025 Lene Boysen Fakligt skeið Dermatologi

Um skeiðið

Skeiðið var eitt fakligt tiltak við denti á dermatologi og kliniska vitan. Endamálið var at geva luttakarum eina greiðari fatan av húðsjúkum, sjúkueyðkennum og praktiskari meting í samband við hundar og kettur.

Lene Boysen gjøgnumgekk viðkomandi evni innan dermatologi og setti fokus á, hvussu fakfólk kunnu arbeiða skipað við húðtilburðum í kliniskari praksis.

  • Faklig vitan um dermatologi hjá hundum og kettum.
  • Praktisk meting av húðsjúkum og sjúkueyðkennum.
  • Viðkomandi klinisk dømi og faklig umrøða.
  • Fokus á at styrkja fakliga arbeiðið við húðtrupulleikum.

Áhugaður í fakligum skeiði?

Skriva til okkum, um tú ynskir at frætta meira um framtíðar skeið ella líknandi faklig tiltøk fyri djóralæknar og fakfólk.

Set teg í samband
0
    Tín kurv
    0