Skip to content

Um Djóraheilsa

Vit elska djór!

Djóraheilsa er fyri teg, sum vilt geva tínum djóri eina tryggari og betri gerandisrøkt. Vit savna góðskuvørur, ráðgeving og vitan á einum staði, so tað verður lættari at taka góðar avgerðir fyri heilsu og trivnað hjá hundum og kettum.

Okkara endamál er at gera djóraheilsu einfaldari, meira álítandi og lættari at skilja. Tí velja vit vørur og loysnir, sum geva meining í gerandisdegnum hjá djóraeigarum í Føroyum.

Vit bjóða vørur til hundar og kettur, umframt fyrilestrar um heilsu, røkt og vælveru hjá djórum.

Okkara hugsjón

Einki roks!

Vit trúgva upp á greiða kunning, góðar rávørur og loysnir, sum eru lættar at brúka í gerandisdegnum.

Marknaðurin fyri djóravørur kann vera ógreiður, og tað kann vera torført at vita, hvat veruliga er gott fyri títt djór. Tí vilja vit gera úrvalið einfaldari og meira álítandi.

Við Djóraheilsa skalt tú ikki brúka tíð upp á óneyðugt roks. Vit vilja hjálpa tær at finna góðar vørur og greiða vitan til hundar og kettur.

Djóraheilsa
Góðskuvørur

Vit velja vørur, sum passa til gerandisrøkt, heilsu og vælveru hjá hundum og kettum.

Greið ráðgeving

Vit vilja gera tað lættari hjá tær at skilja tørvin hjá tínum djóri og velja rætt.

Vitan og fyrilestrar

Vit deila vitan um djóraheilsu, røkt og trivnað gjøgnum kunning og fyrilestrar.

Tey aftanfyri

Starvsfólk

Her eru fólkini aftanfyri Djóraheilsa, sum arbeiða fyri betri djóraheilsu hjá hundum og kettum í Føroyum.

Brandur Halgirsson

Brandur Halgirsson

Eigari og stjóri

Djóralæknalesandi á Københavns Universitet

Vilhelm Poulsen

Vilhelm Poulsen

Partaeigari og COO

Prof. hondbóltspælari í TSV Hannover-Burgdorf

0
    Tín kurv
    0