Vitan um djór, heilsu og atferð.
Vit skipa fyri fyrilestrum og fakligum tiltøkum, har djóraeigarar og fakfólk fáa greiða, brúkiliga og dagførda vitan um djóraheilsu, røkt, húð, atferð og gerandisavbjóðingar.
Fyrilestrar við viðkomandi fakfólkum, djóralæknum og undirvísarum.
Greið ráð og amboð, sum kunnu brúkast í gerandisdegnum við hundi ella kettu.
Vit kunnu eisini skipa fyri meira fakligum tiltøkum og skeiðum fyri yrkisbólkar.
Fyrilestrar hjá okkum
Húðkvøld við Lene Boysen
Eitt kvøld um húðtrupulleikar hjá hundum og kettum. Fyrilesturin vendi sær til djóraeigarar, sum vildu læra meira um skriða, pelstap, slikkivanar, húðrøkt og fyribyrging.
Dermatologikursus for Dyrlæger
Eitt fakligt ein-dags skeið í dermatologi við Lene Boysen. Skeiðið var ætlað djóralæknum og hevði fokus á húðsjúkur, kliniska vitan og fakliga menning.
Teori og Venjing við Helene Grode
Fyrilestur um nýggjastu vitanina innan hundaatferð. Endamálið var at hjálpa eigarum at skilja hundin betur og fáa ítøkilig amboð til ein betri gerandisdag saman við hundinum.
Vilt tú hoyra meira um komandi fyrilestrar?
Skriva til okkum, um tú vilt frætta meira um komandi tiltøk, ella um tú ynskir eitt líknandi fakligt tiltak um djóraheilsu, røkt, fóður ella atferð.